Tað halda í hvussu er fleiri amerikanskir politikarar. Ein teirra er tann kendi demokratiski senatorurin Edward Kennedy.
-Tað er grundleggjandi órættvísi, at USA ikki kennir seg hava nakra ábyrgd av teimum irakunum, sum hjálpa okkara hermonnum, segði Edward Kennedy í einari hoyring í rættarnevndini hjá Senatinum.
Árliga sleppa 50 irakar, sum hava hjálpt amerikanska herinum í Irak, til USA at búseta seg, men fleiri senatorar halda, at hetta talið er alt ov lítið. Teir vísa á, at irakararnir, sum hjálpa teimum amerikonsku hermonnunum, seta lívið í váða, og at USA tí hevur skyldu at tryggja teimum verju.
Formaðurin í rættarnevndini hjá Senatinum, demokraturin Patrick Leahy, ávarar USA ímóti at gera sama mistak sum í Vietnam, tá amerikanski herurin slepti fleiri túsund suðurvietnamesarum upp á fjall, tá amerikanararnir í skundi fóru úr Saigon í 1975.
Edward Kennedy og Patrick Leahy krevja, at USA skal loyva nógv fleiri irakum at flyta til USA, tí fleiri teirra eru í lívsvanda, verða teir verandi í Irak.
Eisini í Danmark
Eisini í Danmark er orðaskifti um teir irakararnar, sum hjálpa teimum donsku hermonnunum í Irak. Í dag kom fram, at nakrir av teimum donsku heryvirmonnunum hava biðið verjumálaráðið loyva teimum iraksku tulkunum til Danmarkar, tá teir donsku hermenninir verða tiknir úr Irak Ein av tulkunum segði við danska útvarpið, at teir eru í lívsvanda frá tí degi, Danmark tekur hermenninar heim.
Men Søren Gade, verjumálaráðharri, vísir aftur uppskotinum um at loyva tulkunum at flyta til Danmarkar.