Irakskir løgreglumenn skutu frá hond

Shiamuslimskir løgreglumenn hava skotið minst 45 fólk í Irak í morgun sum hevnd fyri eitt álop í gjár. Í gjár doyðu umleið 75 shiamuslimar av bumbum í býnum Tal Afar har norðuri í Irak. Í dag kom nevndin, tá shiamuslimskir løgreglumenn skutu frá hond í einum sunnimuslimskum býarparti. Minst 45 fólk lógu eftirá, sigur AP.

Sambært tíðindastovuni vardi álopið í tveir tímar, og løgreglumenninir hildu fram við at skjóta, til hermenn komu til og steðgaðu skjótingini.

Tað hevur leingi verið ófriðarligt í Tel Afar.