Umboð fyri Iran og USA vóru í dag samd um "vegleiðandi meginreglur" í samráðingunum um kjarnorkuavtalu í sveisiska býnum Geneve.
Tað segði iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, við iranskar miðlar sambært tíðindastovuni Reuters.
Araghchi legði afturat, at ein kjarnorkuavtala ikki verður gjørd í nærmastu framtíð, men at leiðin móti eini avtalu er latin upp.
Uttanríkisráðharrin luttók í samráðingunum vegna Iran, meðan sendimenninir Steve Witkoff og Jared Kushner umboðaðu USA.
USA vil hava Iran at avmarka sína kjarnorkuætlan.
Samráðingarnar í Geneve endaðu seinnapartin týsdagin. Hetta er annað umfar av kjarnorkusamráðingum millum Iran og USA.
Tíð og stað fyri triðja samráðingarumfari eru ikki ásett enn, sigur Abbas Araghchi.
/Ritzau/










