Iran hóttir við fleiri álopum í Miðeystri

Álopini á støðir, sum framleiða gass og olju, hava elvt til, at altjóða marknaðarprísirnir á olju og gassi er nógv øktir seinastu tíðina, og stúrt verður fyri fleiri hækkingum

 

AFP-tíðindastovan veit at siga, at Iran aftur í dag hóttir við at leypa á og oyðilegga orkustøðir í grannalondunum, um lopið verður á iranska olju-og gassframleiðslu.

 

Mikudagin bumbaði Ísrael ein iranska støð, sum framleiðir jarðgass, og Iran svaraði aftur við at leypa á olju-og gassøkir í londum, sum USA samstarvar við í Miðeystri.

 

Álopini á støðir, sum framleiða gass og olju, hava elvt til, at altjóða marknaðarprísirnir á olju og gassi er nógv øktir seinastu tíðina, og stúrt verður fyri fleiri hækkingum.

 

Eftir ísraelska álopið á iranska gassøkið South Pars í Persaraflógvanum í gjár, ávaraði Iran um nýggj álop á olju-og gassídnaðin í grannalondunum.

 

Og Iran gjørdi eisini álvara av sínum hóttanum.

 

Lopið varð á størsta gassanlegg í Katar, sum liggur í ídnaðarbýnum, Ras Laffan. Verjumálaráðið í Katar segði, at ein av fýra rakettum rakti gassøkið.

 

Seint í gjárkvøldið frættist eisini, at Iran leyp á gassanleggið Habshan í Sameindu Arabisku Emiratunum.

 

Myndugleikarnir í Abu Dhabi váttaðu tíðindini, sum Reuters endurgav. Rakettin úr Iran varð skotin niður, men vrakleivdir raktu bæði gassanlegg og oljuøki.