Iran hevur sent nakrar kavbátar í Reyða Havið at halda eyga við herskipum úr øðrum londum og at útvega upplýsingar um tey. Tað skrivar tann hálvalmenna tíðindastovan Fars, sum leggur afturat, at kavbátarnir eru ikki einsamallir, men fylgjast við øðrum skipum úr landsins 14. herflotadeild.
Í síðsta mánað segði iranska sjónvarpið, at tvey skip úr 14. herflotadeildini skuldu til Adenvíkina at jagstra somaliskar sjórænarar.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at tíðindini um teir iransku kavbátarnar í Reyða Havinum koma neyvan ísraelsmonnum væl við. Í februar fóru tvey iransk herskip ígjøgnum Suezveitina til Sýrialands, og tað metti ísraelska stjórnin sum øsing.