Iran til HM-endaspælið

Trý lond hava nú tryggjað sær luttøku til HM-endaspælið í Russlandi næsta summar.

Tað er nú so smátt farið at mynda seg hvør sleppur við til HM-endaspælið í fótbólti í Russlandi næsta ár. Fram til í dag var greitt, at vertslandið Russland og Brasilia koma við, og nú hevur tað triðja landið spælt seg til endaspælið.


Triðja landið, sum hevur spælt seg til HM-endaspælið, er Iran. Tað er greitt eftir at teir í dag vunnu 2-0 ímóti Usbekistan. Iran hevur 20 stig fyri átta dystir í asiatisku undankappingini, og atgongumerkið til endaspælið er tryggjað.


Merkisvert er tað, at Iran ikki hevur latið eitt mál inn í teimum átta undankappingardystunum. Undir leiðslu av fyrrverandi Real Madrid-venjaranum, Carlos Queiroz, stendur Iran væl á vøllinum og hevur hildið málið reint í tilsamans 11 dystir á rað.


Suðurkorea og Usbekistan dystast sum seinna HM-plássið í bólki A, meðan tað í bólki B er púra javnt ímillum Japan, Saudi Arabia og Avstralia.