Eitt iranskt ferðafólkaflogfar, sum í dag skuldi lenda í býnum Bandar-e Mashshahr, rakti ikki lendingarbreytina, men fleyg framvið og lendi á vegnum við flogvøllin – uttan at nakar fekk skaða. Tað sigur ríkissjónvarpið.
– Tá flogfarið kom til flogvøllin, lendi flogskiparin ov seint, so flogfarið rakti ikki breytina, verður sagt í sjónvarpstíðindunum, har ein talsmaður fyri flogvøllin úttalar seg.
– Hetta var orsøkin til, at flogfarið fleyg framvið flogvøllinum og lendi á einum vegi við flogvøllin, sigur talsmaðurin Mohammadreza Rezaeia.
McDonnel Douglas flogfarið, sum iranska flogfelagið Caspian Airlines eigur, kom úr Teheran og hevði 135 ferðafólk umboðr umframt manning.
– Eingin fekk skaða, sigur ríkissjónvarpið.
Eitt tíðindafólk frá ríkissjónvarpinum, sum var umborð á flogfarinum, sigur, at aftasta hjólið á flogfarinum støkk av.
– Vit sóu tað liggja á flogvøllinum, sigur hann.
Iransku loftverðslumyndugleikarnir hava sett kanning í verk, at finna fram til orsøkina.
Iranska lýðveldi hevði ætlanir um at keypa fleiri nýggj flogfør, tá amerikonsku tiltøkinum vóru sett úr gildi í sambandi við kjarnorkuavtaluna millu mTeheran og stórveldini í 2015.
Ætlanirnar vórðu sleptar í 2018, tá Donald Trump, forseti, tók USA úr kjarnorkuavtaluni og setti hørðu tiltøkini ímóti Iran í verk aftur.
/ritzau/AFP