Iransk herferð móti mannequindukkum

Í Iran er nú bannað at hava mannequindukkur, sum vísa kvinnuligar formar. Tær skulu somuleiðis hava turriklæði, sum fjalir hárið. Slips mugu heldur ikki sýnast fram í handlum. Religiøsa løgreglan í Iran hevur úr at gera, nú reglurnar enn einaferð eru herdar í landinum.

Kvinnuligar mannequindukkur mugu nevniliga ikki vísa nakrar kvinnuligar formar, og hárið skal altíð vera fjalt. Eisini er bannað at sýna slips og butterflies fram, og tað er nú fullkomiliga bannað monnum at keypa konufólkaundirklæði. Tað skrivar Iranska tíðindastovan Irna.

Fyrr í ár var eisini eitt tiltak sett í verk móti kvinnum í strømmum buksum og monnum við frisurum úr vesturheiminum.

Síðani í 2005, tá Mahmoud Ahmadinejad varð valdur til forseta, hevur hann lagt seg eftir at steðga øllum, sum verður mett at vera ó-islamistiskt. Serliga íblástur úr vesturheiminum er bannaður í landinum.

Tey, ið religiøsa løgreglan finnur fram til, fáa fyrstu ferð eina ávarðing. Verða tey tikin fleiri ferðir, verða tey pískað.

Síðani 1979 hevur tað verið álagt kvinnum at bera stór og leys klæðir, ið ikki sýna nakað av kroppinum, umframt at

nýta hijab, ið fjalir alt hárið.