Tað skrivar miðilin CNBC News við støði í dátum frá Bonbast, sum greinar gjaldoyrakursir.
Fallið í kursinum hendir, eftir at Iran boðaði frá søguliga álopinum í Ísrael.
Virði fall, so tað á óalmennum gjaldoyramarknaðum kravdi 705.000 rial at keypa ein amerikanskan dollara.
Óalmennu marknaðirnir fevna stórt sæð um marknaðarpláss, har gjaldoyra kann vekslast uttan fyri lóggávuna og fíggjarligu myndugleikarnar.
Rial kann ikki vekslast til dollarar á almennu gjaldoyramarknaðunum vegna spentu viðurskiftini millum Iran og USA.
/ritzau/