Her skal hann millum annað hitta iranska forsetan, Masoud Pezeshkian og Mohammad Bagheri, sum er formaður fyri iransku heryvirleiðsluna.
Tað skrivar russiska tíðindastovan Interfax.
Sjojgu var verjumálaráðharri í Russland til mai í ár, tá hann av tí júst afturvalda forsetanum varð fluttur yvir í trygdarráðið.
Fundurin kemur í kjalarvørrinum av einum álopið á ovasta politiska leiðaran í Hamas, Ismail Haniyeh, sum varð dripin í Tehran í farnu viku. Iran vil vera við, at talan var um eitt ísraelskt álop.
Altjóðapolitiskir greinarar hava víst á, at Russland og Iran hava styrkt sambandið landanna millum eftir russisku innrásina í Ukraina í fjør. Iran hevur til dømis veitt Russlandi ballistiskar rakettir, eins og Russland brúkar iranskar Shahed-dronur í Ukraina.