Irdi Jacobsen: - Einki stórvegis broytt

Kunnandi fundir var hildin á Fossánesi í gjár um verkætlanina hjá SEV, ið hevur við sær, at tunlarnir norður um Fjall verða stongdir um næturnar frá hálvum oktober og seks mánaðir fram.

 

- Nógvir spurningar vórðu settir av borgarum her norðuri. Millum annað funnust fleiri at, at vit ikki blivu hoyrd í hesum málinum, sigur Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasundi.

 

Ført hevur verið fram, at hetta er eitt stórt inntriv hjá teimum, ið arbeiða skiftandi vaktir og skiftandi tíðir. Tunlarnir verða stongdir frá kl. 23 til 05:30 og gjørligt verður at koyra ígjøgnum kl. 01:00. Borgarstjórin í Hvannasundi hevur sagt, at hatta er sera óhøgligt hjá teimum, ið arbeiða skrivar tíðir, tí tað kann hava við sær, at tey koma at bíða leingi áðrenn tey sleppa heimaftur.

 

- Fundurin í gjár var ein kunnandi fundur og ikki ein hoyring. Tí er einki stórvegis broytt, men tó var sagt, at ein møguleiki var at samskipa tað soleiðis, at um tað er tørvur á at lata tunnilin upp eina øðrvísi tí vegna tað, at fólk skulu heim frá arbeiði, so er tað kanska ein møguleiki, sigur Irdi Jacobsen.

 

Hon sigur, at um tað eru nøkur, ið møguliga skulu ígjøgnum á midnátt ella hálvgum tvey, so kunnu tey siga frá í nóg góðari tíð og so kann arbeiðið í tunnlinum samskipast eftir tí.