Í dag varð Irena Olsen, Nes, vaskifólk í Tofta skúla, heiðrað fyri síni 20 ár í starvi hjá Nes kommunu.
- Irena byrjaði sum dagrøktari hjá kommununi, og har arbeiddi hon í tvey ár. Seinastu átjan árini hevur hon verið partur av vaskitoyminum í Tofta skúla.
Soleiðis siga tey í Nes kommunu í dag.
Í kaffisteðginum seinnapartin nýtti Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, høvi at ynskja Irenu hjartaliga tillukku við starvsdegnum og at takka henni fyri trúgva og drúgva tænastu.
Borgarstjórin legði dent á, at kommunan virðismetir nógv tað nærlagni og stóra arbeiði, sum vaskifólkini millum ár og dag hava gjørt til tess at halda skúlan so reinan og ruddiligan.
Vegna kommununa handaði borgarstjórin Irenu Olsen eina gávu og blómutyssi og takkaði fyri sera gott samstarv.










