IRF

Eyðun Ellingsgaard

Nú er væl spart hjá IRF, nú ruskmenninir í Vágum eru farnir úr starvi, og fýra bygdir ikki eru slopnar av við ruskið í tvær vikur.
Tað vóru fýra IRF-bilar í senn í Vágum hendan dagin, og allir fóru næstan tómir avstað aftur. Koma teir vestur mánadagin 9. februar, skulu teir taka umleið 1.650 posar, sum viga frá 15 kg til 35 kg. hvør. Bilurin lastar 3,7 tons, so hann verður nakað tungur hendan dagin. Okkurt hjá politinum at hugsa um. Tá stjórin í IRF sigur, at posarnir viga 10 kg í meðal, man tað vera posin undir vaskinum, hann hugsar um.
Eg havi spurt hjá kommununum, hví tær ikki hava mótmælt. Men tær vistu av ongum, fyrr enn tað stóð í bløðunum, at økið er umlagt. Nevndarlimurin hjá Felagskommununi í IRF hevur ikki kunnað tær um nakað.
Nú eru hesi arbeiðsplássini farin av oynni. Annar av teimum, sum hava koyrt rusk í Vágum, er uppsagdur, og hin kundi ikki góðtaka at taka rusk úr Gásadali til Tjørnuvíkar, Oyrar og Funnings. Teir hildu, at tað var best, at Vágar var eitt øki fyri seg, tí teir høvdu nokk at gera Koyrdu í fjør 60.000 km. Teir, sum koyrdu í Eysturoy og Streymoy, koyrdu umleið 50.000 km.
Vónandi broytir IRF støðu, annars má Felagskommunan seta tiltøk í verk.


P.S.
Kanska koma fimm bilar vestur mánadagin + trígir mans í hvørjum bili, fyri at teir ikki skulu verða ov tungir. Løgreglan má kanna bilarnar, áðrenn teir fara avstað aftur.