IRF er eitt stórt arbeiðspláss

Brennistøðin í Leirvík hevur umleið 70 ársverk og telist soleiðis millum størstu arbeiðspláss í Leirvík.

Brennistøðin hjá IRF í Leirvík telist millum størstu arbeiðspláss í Leirvík við umleið sjeyti heilársverkum.

 

Á lønarlista eru umleið 100 fólk og um summarið, tá brúk er fyri fleiri avloysarum, eru nógv fleiri.

 

Stjórin, Poul Andrias Joensen, sigur, at umroknað til heilársverk er talan um sjeyti starvsfólk.

 

Hann vísir á, at IRF brendi umleið 8% minni rusk í 2013 enn í 2012, tá interkommunali felagsskapurin tók ímóti 17.701 tonsum.

 

- Hinvegin vóru rusknøgdirnar stórar í januar og februar í ár, men í mars vóru tær minni enn vanligt, leggur stjórin, Poul Andrias Joensen, aftrat.