Nú nógvur kavi eg lagstur, hevur Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin (IRF) boðað frá, at neyðugt er hjá fólki at grava teirra ruskílat leyst av kavanum, um ruskposin skal kunna avheintast, skrivar Klaksvíkar Kommuna á heimasíðuni, www.klaksvik.fo
Tað er sjálvandi eitt stórt tal av húsarhaldsruskíløtum, sum innsavningarfólkini hjá IRF skulu tøma hvørja viku, og tí er umráðandi at teirra atkoma til hesi er best møgulig. Hesar seinastu vikurnar hevur kavin verið drúgvur, og hóast hann onkuntíð hevur lovað lýðku, so er enn meira av kava komið niður. Hetta ger innsavningararbeiðið hjá IRF sjálvandi munandi truplari og strævnari enn vant, og tí heitir IRF á øll húsarhald um at hava hesar umstøður í huga. IRF hevur ógvuliga víða um at fara eftir ruskposunum, og tí er neyðugt, at ruskílatið ikki stendur innikavað, um IRF skal kunna heinta húsarhaldsruskið.