IRF økir skiljingina av ruski og burturkasti

TíÐindaskriv frá IRF

 

Í maimánaði fer IRF at skipa fyri, at pappír og papp, sum kann endurnýtast, verður heintað fyri seg. Í hesum tíðindaskrivinum verður greitt frá teimum týdningarmestu broytingunum, sum skulu gerast í innsavning av ruski og burturkasti frá húsarhaldum.


Skiljing og endurnýtsla

Ein stórur partur av okkara ruski og burturkasti kann brúkast aftur, um tað verður skilt á ein skinsaman hátt. Hesin parturin av burturkastinum er tí ikki burturkast, men týdningarmikið tilfeingi. Lyklaorðini eru skiljing og endurnýtsla.

Týdningarmesta skiljingin fer fram heima við hús og á bingjuplássunum. Skiljing av ruski og burturkasti, tá tað er savnað saman í stórar rúgvur, letur seg ikki gera.


Tríggir posar til húsarhaldsrusk

Fyrst í 2002 skulu øll húski í IRF-økinum hava tríggjar ruskposar; nevniliga ein gráan posa til tað vanliga burturkasti, ein hvítan pappírsposa til pappír og papp og ein grønan posa til serliga dálkandi burturkast.


Tann grái ruskposin

Tann grái ruskposin skal brúkast til tað dagliga ruski frá húsarhaldinum, sum skal brennast. Posin skal standa í einum góðkendum stativi. Plássið, har posin stendur, skal vera gjørt soleiðis, at posin kann takast og flytast uttan trupulleikar og uttan vanda fyri heilsuskaða hjá innsavn-ararunum. Strekkið millum koyrivegin og ruskposan skal vera ljóst, fast, og so slætt og stutt sum gjørligt. Í flestu førðum merkir tað, at tann grái ruskposin skal standa í stativi við ta síðuna á húsunum, sum vendir út móti koyrivegi.

Tað er neyðugt, at vit øll royna at gera arbeiðsumstøðurnar hjá innsavnarunum so góðar sum gjørligt. Hugsa um, at teir innsavnararnir, sum koma í túnið hjá tær einaferð um vikuna, skulu í 400 til 600 onnur tún um dagin at taka ein posa, sum vigar 12 kg í miðal. Kanst tú stytta teimum gongdina nakrar metrar og ikki minst nøkur trapputrin, ert tú við til at bøta um arbeiðsumstøður teirra. Verður leiðin stytt t.d.10 metrar í miðal fyri hvørt húski, merkir tað 400 til 500 km stytri gongd um árið við 12 kg á bakinum fyri hvønn teirra, sum ber posan til bilin, ella einar 6 túrar færri millum Kirkjubø og Leirvík við 12 kg á bakinum. Annars verður víst til Reglugerð um ruskinnsavning frá 1994.


Tann hvíti pappírsposin

Tann hvíti pappírsposin skal brúkast til reint pappír og papp. Tann hvíti posin kann standa úti í regntøttum stativi, men hann kann líka væl standa inni, tí hann er bert ætlaður til reint og turt pappír og papp. Stendur hvíti pappírsposin inni, er tó neyðugt at seta hann út til gráa ruskposan, áðrenn innsavnararnir koma eftir posanum, tann dagin hann verður heintaður. Annars eru somu reglur galdandi fyri tann hvíta posan sum fyri tann gráa posan.

Innsavningin av pappíri frá húsarhaldum verður sett í verk í stigum sum víst er í Talvu 1. Byrjað verður í Eysturoynni og Norðstreymoynni. Hvørt húski fær teir pappírsposarnar, sum tað hevur brúk fyri til februar næsta ár. Í heyst fáa norðoyingar og vágafólk sínar pappírsposar. Fyrst í 2002 byrjar innsavningin av pappíri í Suðuroynni og Sandoynni.

Fimtuhvørja viku verður bæði tann hvíti pappírsposin og tann grái plastposin heintaður sama dag. Í fyrsta umfari fær hvørt húski allar teir pappírsposarnar, tað hevur brúk fyri til februarmánaða í 2002. Síðani fær hvørt húski í IRF-økinum allar pappírsposarnar til eitt ár í senn.


Tann grøni posin

Tann grøni posin er til serliga dálkandi burturkast. Tann grøni posin verður framvegis savnaður tvær ferðir um árið. Lýst verður í fjølmiðlunum, nær innsavningin fer fram. Tann grøni posin má verða settur til gráa ruskposan, áðrenn innsavnararnir koma, tann dagin hann verður heintaður. Tað er sera umráðandi, at bundið er um kjaftin á grøna posanum, so at børn ikki sleppa niður í posan.


Bingjuplássini

Allar kommunur skulu hava eitt bingjupláss. Kommunan ræður yvir, hvar plássið liggur, hvussu tað er opið, og um tað er mannað, tá tað er opið. IRF letur bingjurnar og røkir tær.

Bingjuplássið er ætlað til burturkast frá húsarhaldum, sum ikki hóskar at lata í vanligu ruskposarnar. Harafturat kunnu plássini eisini brúkast til vanligt húsarhaldrusk, tá ið nøgdin er so stór, at pláss ikki er í rætta posanum.

Neyðugt verður, at kommunurnar skipa bingjuplássini soleiðis í framtíðini, at møguleiki verður fyri at lata skilt rusk frá sær á bingjuplássunum. Treytin fyri, at IRF setur fleiri bingjur til skilt rusk og burturkast inn á bingjuplássini er, at pláss er fyri teimum og at bingjuplássini eru mannað, tá tey eru opin.

Á bingjuplássunum, sum eru mannað, skal vera møguligt at skilja ímillum:

? burturkast, sum skal brennast,

blandað rusk, lívrunnið tilfar, timburleivdir, vátt og skitið papp og pappír v.m.

? papp, sum skal endurnýtast,

pappeskjur, bylgjupapp v.m.

? jarn og metal, sum skal endurnýtast,

hvítvørður, hitaketlar, súklur v. m.

? glas, sum skal endurnýtast,

øll vanlig glasíløt og fløskur

? elektronikkur, sum skal endurnýtast/serviðgerast

útvørp, sjónvørp, teldur v.m.

? burturkast, sum skal tyrvas

rotviðgjørdur vigur, rútaglas, bilrútar v.m.

? serliga dálkandi burturkast

málingaleivdir, ljósrør v.m.

? bildekk, sum skal endurnýtast


Kommunurnar hvør sær ella saman gera av, hvussu plássini verða skipaði í komandi árum. Tað er sera umráðandi, at plássini eru opin soleiðis, at tíðirnar hóska til so nógvar av íbúgvunum í kommununi sum gjørligt, og serliga til yngru familjurnar, sum hava ein rættuliga pressaðan gerandisdag við børnum, arbeiði, húsi o. s. fr. IRF hevur ætlan um at skipa fyri skeiði fyri vegleiðarum á bingjuplássum. Ivast tú í onkrum, spyr so vegleiðaran á bingjuplássinum ella set teg í samband við IRF.


Í felag fáa vit eitt HEILT OG REINT umhvørvið.