IRF stóran týdning fyri Føroyska umhvørvið

Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í umhvørvismálum:


Reint umhvørvi er ein hin besta íløgan, og her skulu
vit sjálvandi standa saman.

Vísandi til grein hjá Regini Jacobsen, nevndarformanni í IRF í Sosialinum og Dimmalætting nú í vikuni, fari eg at geva honum fullkomiliga rætt í, at IRF avgjørt er eitt av størstu umhvørvisátøkum í landi okkara, ja kanska tað størsta.
Hinvegin tykist sum um, at nevndarformaðurin roynir at nýta ymiskar vendingar, har ró verður fram undir, at Landsstýrið ikki virðir arbeiðið hjá IRF nóg mikið, og at tað er orsøkin til, at Landsstýrið ikki fer inn at stuðla IRF við peningi, ella eitt nú at eftirgeva einum láni, sum IRF hevur hjá landinum.
Hann sigur m.a. at "IRF vónaði, at Føroya Landsstýri, eins og við Fjarhitafelagnum, vildi finna eina loysn og avskriva alt lánið ella partar av tí".
Vit skulu minnast til, at IRF fekk ávísan part av láninum eftirgivið í sambandi við upprunaligu byggitrupulleikarnar á sinni. So nakað er hent á hesum øki.

Ávísur munur á KOB OG IRF
Hinvegin eri eg púra samdur við nevndarformanninum í, at tann stóri munurin millum KOB og IRF er, at KOB hevur eitt meiri avmarkað og tí kostnaðarlítið øki at ruskinnsavna afturímóti IRF, sum hevur nógv tann størsta partin av Føroyum, bæði størru plássini og smáu oyggjarnar, at her átti at verið givin ein kompensatión.
Í mong ár hevur peningurin, sum fór í Fjarhitafelagið í likvidatión, verið tikin fram og settur upp ímóti láni hjá IRF. Enn hevur peningaligur stuðul til IRF ikki fingið politiskan meiriluta. Hetta kann kanska tykjast heldur løgið, men eg má bara staðfesta at so hevur verið.

IRF fær pening fyri spillolju
Tó fari eg at gera vart við, at ruskinnsavnan og ruskburturbeining eru løgd út til kommunurnar. Tórshavnar kommuna valdi ikki at verða við í solidarisku loysnini, men í roynd og veru hava kommunurnar sjálvar valt, hvussu tær meta seg best kunnu skipa og loysa uppgávuna.
Lat meg leggja afturat, at kommunurnar gjalda sjálvar ruskinnsavningina, meðan landið rindar smár 3 milliónir krónur árliga fyri innsavnan av spillolju.
Vit skulu eisini minnast til, at onnur mál verða at fylgja upp í komandi tíðum, eitt nú rusk- og spillivatnsinnsavning frá skipum. Henda part verður IRF eisini noytt til at taka upp saman við sínum limakommunum.

Framhaldandi at samskifta
Lat meg í fyrstu syftu gera vart við, at bæði Landsstýrið og eg virðismeta stórliga tað megnarverk IRF ger fyri at halda føroysku náttúruna reina og harvið virðismikla.
Eg haldi sjálvur, at vit eiga framhaldandi at tosa um viðurskifitni og í samstarvi fáa tað besta burtur úr, tí reint umhvørvið er ein hin besta íløgan.
At enda vil eg minna nevndarformannin hjá IRF á, at betur er at samskifta á fundum okkara millum heldur enn alment at rógva uppundir, at landsstýrið ikki virðir arbeiðið hjá IRF. Tí so er als ikki.