Írland hevur vunnið seg víðari til EM-endaspælið, sum verður í Fraklandi komandi summar.
Írland vann fyri løtu síðani 2-0 á Bosnia á Aviva leikvøllinum í Dublin. Stóra hetjan hjá Írlandi gjørdist Jonathan Walters, sum skeyt bæði málini hjá Írlandi.
Í 23. minutti gjørdi Ervin Zukanovic brotsspark, tá hann nam bóltin við hondini í egnum brotsteigi. Jonathan Walters sveik ikki álitið, men setti bóltin í netið til 1-0. Í 70. minutti kom Jonathan Walters at standa væl fyri í bosniska brotsteiginum, og beindi bóltin í málið til 2-0 til Írland, og harvið 3-1 leiðslu til Ìrland samanlagt. Bosnia trýsti stóran part av dystinum, og raktu eisini træverkið, men komu ikki nærri enn tað.
Hetta er triðja ferðin Írland vinnur seg í eitt EM-endaspæl. Fyrstu ferð varð í 1988, onnur ferðin varð í 2012. Hvørki í 1988 ella í 2012 vunnu írar seg víðari úr bólkaspælinum.
Fronsku vertirnir eru uttan iva fegnir, at írar hava vunnið seg til EM-endaspælið. Fáir áskoðarar stuðla og syngja so væl, og eru so lívligir, sum teir írsku áskoðararnir. Nú hava bæði Ìrland, Norðurírland, Wales og Ongland vunnið seg til EM-endaspælið. Skotland er einasta landið í økinum, sum ikki hevur vunnið seg til EM-endaspælið.