Fyrireikararnir av G! festivalinum kunngera í dag, at írsku Hudson Taylor koma at framføra á G! 2016!
Beiggjarnir Alfie og Harry Hudson Taylor, byrjaðu sína tónleikakarrieru á gøtuni í Dublin, og í summar verða teir at hoyra á sandinum í Gøtu.
Í 2012 góvu teir sjálvir út EP'ina Battles. EP'in setti veruliga gongd í tónleikaliga virksemi teirra, har hon lá ovast á sølulistanum hjá Itunes Irlandi og nummar 14 á bretska Itunes.
Seinnu gjørdu teir sáttmála við plátufelagið Polydor, ið endurútgav Battles.
Hudson Taylor fóru út at spæla, hitaðu upp fyri Kodaline og Jake Bugg, spældu á Glastonbukry, hitaðu upp fyri Rolling Stones framman fyri 50.000 fólkum á Hyde Par. Síðani byrjaði arbeiðið upp á teirra fyrstu heilu fløgu “Singing for Stranger”. Tittulin var íblástur av fortíðini á gøtuni í Dublin.
Fyrsta staklag “Chasing Rubies” varð leyslatið í oktober 2014, og í 2015 kom fløgan út. Singing for stranger lá nummar trý á írsku sølulistunum.
Tónleikurin er lættur, ljóðið er akkustiskt, fólksligt og við tøttum vokal harmonium, týðiliga íblást av 60'ínum, men umgjørt til nútímans popp.