Seinasta bókin hjá John Irving kom út í síðstu viku, og er hon enn rúgvusmiklari, enn bøkurnar hjá Irving annars. 848 síður fyllir Until I find you um sjónleikarin Jack Burns, sum leitar eftor bæði sínum samleika og pápa sínum. Ferðin gongur ígjøgnum ein tatovør heim, gentu- og dreingjaskúlar umframt ymisk Hollywood umhvørvi. Bert eina viku eftir útgávuna liggur bókin sum nr. 13 á amerikanskum metseljaralistum.