Hernaðarligir bólkar hava framt fleiri ógvuslig álop, sum í dag hava rakt syðra partin av Sýria.
Álopini vóru í býnum Sweida og í smáum býum norðan fyri Sweida.
Tað er enn óvist, hvussu nógv eru deyð, men Hizbollah-stýrda sjónvarpsráðisn, al-Manar TV sigur, at deyðstalið er uppi á 50, skrivar Reuter tíðindastovan.
Bretskur eygleiðarabólkur (Sohr) sigur, at 54 eru deyð, skrivar AFP tíðindastovan.
Tilsamans skulu 32 limir í stjórnarherinum og 22 sivil verða deyð í álopinum, eru boðini frá Sohr.
– Talið av deyðum er hækkað, eftir at lík eru funnin í ymsum heimum, sigur Rami Abdel Rahman, sum eri leiðari hjá Sohr, við AFP.
Áðrenn hetta hava sýrisku heilsumyndugleikarnir upplýst, at 38 fólk vóru deyð.
Sambært Sohr byrjaðu álopini, tá tríggir sjálvmorðsbumbarar sprongdu seg sjálvar í luftina í Sweida. Aðrar spreingingar raktu smærri býir norðranfyri. Seinni hoyrdist ein fjóðra spreinging í Sweida.
– Síðani løgdu IS-stríðsmenn á býir í norðrara partinum av landspartinum og drópu íbúgvar í heimum sínum, sigur Rami Abdel Rahman við AFP.
Bæði sýriska ríkissjónvarpið og Sohr greiða frá, at Islamskur Statur hevur ábyrgdina av álopunum.
Sambært Sohr hevur Islamskur Statur fingið valdið á trimum av sjey smærri býum, sum teir hava lopið á.
Fyrr í dag upplýsti guvernørurin í Sweida, Amer al-Esh, á ríkisstýrdu sjónvarpsrásini Ikhbariyah TV, at tveir úr IS vórðu dripnir av stjórnarherinum, áðrenn teir náddu at spreingja seg í luftina.
Ein triðji álopsmaður skal vera handtikin.
– Býurin Sweida er nú tryggur og róligur aftur, segði hann.
Islamskur Statur hevur hildið til í einum lítlum øki norðan fyri Sweida, har teir hava havt valdið.
Bólkarnir eru riknir út úr stóru sýrisku býnum, men teir, sum eftir vóru frá hernaðarliga bólkinum, halda enn til í smáum økjum kring um í Sýria, har teir enn hava valdið.
Seinastu vikuna hava sýriskar stjórnardeidlir við hjálp frá Russlandi lopið á fleiri IS-hermenn í grannalandspartinum, skrivar AFP
/ritzau/Reuters