Víðgongdi islamiski bólkurin IS sigur seg taka ábyrgdina av kníválopinum í Solingen í Týsklandi í gjár.
Hetta framgongur í einari útsøgn frá IS, sum útlendskir miðlar vísa á í kvøld.
Trý fólk lótu lív í atsóknini, og átta onnur fingu løstir, harav fimm hava fingið álvarsligar løstir.
Reuters veit í kvøld at siga, at álopsmaðurin framvegis gongur leysur.
Týska løgreglan hevur handtikið ein 15 ára gamlan drong í málinum.
Hann er undir illgruna fyri at hava vitað um álopið - uttan at hava boðað løgregluni frá.
Týska løgreglan sigur seg ikki kunna útiloka, at talan er um eina yvirgangsatsókn.
Sambært Reuters hevur stjórnarleiðarin í Nordrhein-Westfalen umrøtt álopið í Solingen sum eina yvirgangsatsókn.
Fyrr í dag kom fram, at álopsmaðurin serliga legði eftir hálsinum á teimum, hann royndi at beina fyri við knívinum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/fleiri-knivdripin-a-festivali-i-tysklandi