1. desember skivaði in.fo: - Sambært stóra svenska blaðnum, Aftonbladet skal stóra talentið hjá H71, landsliðsleikarin, 19 ára gamli strikuspælarin, Ísak Vedelsbøl spæla við liðnum hjá Óla Mittún í bestu svensku hondbóltsdeildini, Sävehof.
Sävehof hevur selt evnaríka strikuspælaran, Felix Møller til danska toppliðið, Aalborg. Og tá verður lagt upp til, at Ísak Vedelsbøl skal vera avloysarin hjá Felix Møller.
Tað eru góðu avrikini hjá Ísaki til U21 og U19 HM-endaspølini farna summar, og góða avrikið móti Íslandi á A-landsliðnum, ið hava sannført Sävehof, at tey eiga at gera sáttmála við Ísak, sambært Aftonbladet.
Í dag staðfestir Aftonbladet, at hetta er nú veruleiki: Ísak Vedelsbøl hevur skrivað sáttmála við Sävehof, og gerst liðfelagi við Óla Mittún.
Ísak er í løtuni einasti leikarin í føroyska EM-hópinum, ið spælir í Burn mansdeildini.