Ísak Vedelsbøl skiftir til H71

Landsliðspælarin á bæði U21 og U19 liðnum í hondbólti, Ísak Vedelsbøl, fer nú at spæla fyri H71

 

Harvið flytur hann úr barndómsfelagnum Neistanum og niðan í Hoyvíkar at spæla.

Ísak Vedelsbøl er 18 ára gamal.

 

Hann var við H71 til heimsmeistarakappingini í Hondbólti fyri U21, har tey gjørdust nummar 7.

3. august skal hann eisini til HM við U19 landsliðnum. Kappingin verður í Kroatia.