ÍSF: Ætlanin at hýsa Oyggjaleikum er slept

Tað var eyðmýkjandi, at ÍSF mátti taka umsóknina um at hava Oyggjaleikirnir í 2019 aftur, og nú vil ÍSF ikki koma aftur í somu støðu

Ítróttarsamband Føroya (ÍSF) viðurkennir nú, at Føroyar í løtuni ikki megna at hýsa Oyggjaleikum, og tí bjóðar ÍSF seg ikki fram sum vertur fyri leikirnar í 2021.


ÍSF arbeiddi miðvíst við at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019, og í oyggjaleikahøpi varð tað mett sum púra vist, at Føroyar fingu leikirnar. Trupulleikar vóru tó við at lúka treytirnar um at hava í minsta lagi 12 ítróttargreinar á leikunum, og ætlanin um at gera golfvøll var so svikalig, at ÍSF tók sína umsókn aftur.

Í staðin hevur verið umrøtt, at Føroyar skuldu bjóða seg fram at hava Oyggjaleikirnar í 2021, men ÍSF hevur nú samtykt, at tey bjóða seg fyribils ikki fram sum vertur.

- Tað var sera eyðmýkjandi, at vit máttu taka okkara umsókn um vertsskapin í 2019 aftur, og føroyskur ítróttur kann ikki standa modell til, at tað hendir einaferð afturat, tí so er álitið á okkum sum fyriskiparar av leikunum fokið, sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF.

ÍSF staðfestir, at Føroyar í løtuni kunnu skipa fyri kappingum í 11 ítróttargreinum. Neyðugt er hava minst 12 ítróttargreinar, og aðrar ítróttargreinar, sum kundu verið lagdar afturat, eru kurvabóltur, sigling, tennis, triatlon ella golf.

- Alt talar fyri, at okkara møguleikar at bjóða okkum fram eru best, um vit hava ein golfvøll við 18 holum. Men, sum vit meta støðuna nú, er tað sera óvist, um hetta kann verða veruleiki. Tórshavnar kommuna hevur sagt seg sinnaða at byggja golfvøll, um hon fær lendið ókeypis. Samráðingar hava verið millum landið og festarar, men tær eru ikki komnar upp á pláss, og tíðin gongur, vísir Petur Elias Petersen á.

ÍSF leggur dent á, at eitt høvuðsendamál við at vera vertur fyri Oyggjaleikirnar er, at leikirnir skulu leggja nakað eftir seg og skulu verða við til at menna føroyskan ítrótt – eisini ítróttaranlegg.

- Vit halda, at um einir møguligir Oyggjaleikir ikki leggja nakað ítøkiligt ítróttaranlegg eftir seg, og Føroyar samstundis ikki megna at skipa fyri teimum 12 kravdu ítróttargreinunum, so er betur at nýta ta stóru sjálvbodnu orkuna og ta vælvild frá sponsorum, sum fyriskipan av Oyggjaleikunum krevja, til annað endamál, sigur Petur Elias Petersen.

Tí hevur Umboðstingið hjá ÍSF staðfest, at Føroyar bjóða seg ikki fram at hava Oyggjaleikirnar í 2021, og umsókn um vertsskap verður ikki send aftur, fyrr enn Føroyar við vissu kunnu hýsa 12 ítróttargreinum.

ÍSF hevur boðað altjóða Oyggjaleikanevndini frá samtyktini, og tí eru Føroyar ií løtuni ikki upp á tal at hýsa leikunum í 2021.

Seinasta freist at søkja um at hava leikirnar í 2021 er 1. september.