Ísfiskalínuskipini liggja til eftir ólavsøku

Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi loysa hini skipini ikki fyrrr enn eftir ólavsøku.

Eitt ísfiskalínuskip er á Føroyabanka og kemur inn at landa mánadagin. Skipið fær mest av hýsu, longu og havtasku.

 

- Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju og fara neyvan út aftur fyri ólavsøku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Seks frystilínuskip eru eisini til fiskiskap í løtuni, fimm eru undir Føroyum, og eitt fiskar í altjóða sjógvi.

 

- Streymurin verður hampiligur, og tað verður veðrið eisini. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri, verður lagt aftrat.