Fríggjadagin vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at bara eitt partrolarapar var til fiskiskap.
- Hini pørini fara útaftur, tá veðrið batnar, varð lagt aftrat.
Um djúpvatnstrolararnar varð sagt, at tveir eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu.
- Báðir koma inn at landa fyrst í næstu viku. Hinir fara út aftur, tá veðrið batnar, varð lagt aftrat.
Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava smáligan fiskiskap.
Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey at siga, at bæði garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.











