Ísfiskatrolarar liggja ikki á ólavsøku

Partrolararnir eru til fiskiskap og teir koma inn at landa, sum henda vikan gongur.

 

Hóast fiskiskapurin kundi roynst betur, eru menn hugagóðir, og ísfiskatrolarar koma og fara.

 

 

Hóast ólavsøkuaftan er í morgin, eru flestu partrolarapør til fiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum vikan gongur.

 

Men, fiskiskapurin eftir upsa roynist ikki so væl, sum menn vildu ynskt sær.

 

Trý partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði, men nú fer tíðin eftir gulllaksi av álvara at styttast.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eingin djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni.

 

Seinastu dagarnar hevur bara ein av teimum smáu trolbátunum verið til fiskiskap. Teir fáa nakað av toski, hýsu og flatfiski.

 

- Trolbáturin kemur inn at landa síðst í hesi vikuni, verður lagt aftrat.

 

 

 

Hóast fiskiskapurin kundi roynst betur, eru menn hugagóðir, og ísfiskatrolarar koma og fara.