Islam og muslimar
Islam er navnið á religiónini, hvørs hornasteinur er Koranin. Islam merkir at geva seg undir. At lata alt upp til hin eina gudin at gera av. Hann ella hon, sum ger tað, er muslimur. Fyrr brúktu vit í Norðurlondum heitið muhammedanari fyri ein, sum er muslimur. Heitið muhammedanari kann kennast niðrandi fyri ein muslim og eigur tí ikki at verða nýtt.
Islam verður útbreitt
Hann, sum leggur lunnar undir islam, var profeturin Muhammed, føddur 569 ella í 570 í Mekka og deyður í Medina mánadagin hin 8. juni í 632. Hann liggur grivin í Medina.
Í tíðini eftir deyða Muhammeds løgdu viðhaldsmenn hansara undir seg tað, sum eftir var av arabisku hálvoynni, Egyptaland, Palestina, meginpartin av Persiu og Norðurafrika. Eystur eftir fóru teir eisini í heilagt kríggj og vóru eftir fáum ártíggjum komnir til Punjab í India. Fyrst í sjeyhundraðtalinum høvdu muslimarnir tikið alt land fram við norðurafrikansku strondini, eystur til Gibraltar sund, og á sumri ár 711 varð farið tvørtur um til Spaniu, sum tá ikki var til, men var býtt í nógv smá kongaríki. Og har vórðu teir verandi í meira enn 700 ár. Umframt at breiða út religiónina, breiddu teir eisini út arabiska mentan og arabiskt mál. Arabiskt er í dag eitt av heimsins mest útbreiddu málum.
Trúarjattánin og fyrsta suran
Islam er ein strong monoteistisk trúarlæra. Einfalda trúarjáttanin er soljóðandi:
“Tað er eingin gudur uttan Gud, og Muhammed er hansara sendiboð.”
At gerast muslimur er einfalt. Tú sigur trúarjáttanina, um tú trýr henni, og tú er frelstur muslimur. Men hon skal berast fram á arabiskum: “La ilaha illa “Ilah Muhammedu ‘r-rsula ‘Ilah.” Annað mál kann ikki góðtakast.
Koranin er í vavi á stødd við Nýggja Testamentið. Hon byrjar við eini suru sum bert hevur sjey ørindi, og ljóðar soleiðis:
“ Í navni Guds, hin miskunnsama og náðuga!
1.Lov og prís verið Gudi, alheimsins Harri,
2.Hin miskunnsami og náðugi,
3.Kongur av Dómadegi!
4.Bert teg tilbiðja vit og bøna um hjálp;
5.Leið okkum á rætta leið,
6.Tað leið sum hevur funnið náði í eygum tínum,
7.Sum ikki verða rakt av vreiði tíni og sum ikki villast av leið!”
Hesin inngangur til Koranina kann metast við kristna: “Faðir vár” og verður, saman við trúarjáttanini, javnan endurtikin.
Teir fimm hornasteinarnir
Islam hvílir á 5 hornasteinum. Teir eru: 1. Trúarjáttanin, 2. Bønin, 3. Olmussan, 4. Føstan og 5. Pílagrímsferðin.
Trúarjáttanin er viðgjørd omanfyri.
Bønin kann verða biðin hvar tú enn er staddur. Bønarmottan, um hin biðjandi hevur nakra, verður rullað út, so at hin biðjandi vendir sær ímóti Mekka, og bønin verður borin fram undir ávísum fastløgdum knæføllum og bukkingum, har pannan viðhvørt nemur við undirlendið. Bønin kann vera fyrsta suran í Koranini og annars uttanatramsur av koranørindum. Hvønn dag verður biðið fimm ferðir. Ein av fríggjadagsbønunum skal um gjørligt verða biðin í eini mosku.
Olmussan er, umframt tað sum verður latið biddarum, 2,5 % av inntøkuni, sum fer til sjúk og fátøk, og er at meta sum eitt sosialt avgjald at reka almannaverkið fyri.
Føstan verður hildin í mánaðanum ramadan, sum er níggjundi mánaðin í muslimska mánaðaárinum. Tá má hvørki verða etið ella drukkið frá tí at sólin rísur til hon setir. Heldur ikki er kynslig samvera loyvd hesa tíðina. Undantøk eru loyvd. Tað er ikki neyðugt hjá sjúkum og børnum at halda ásetingarnar. Onnur undantøk eru eisini. Millum sólsetur og sólarris er alt loyvt sum vanligt. Tað við at ikki drekka, tá sólin er uppi, kann vera ein trupulleiki og ikki sørt vandamikið í heitum veðurlagi, og havi eg verið saman við fleiri muslimum, sum ikki hava tikið hesa áseting bókstavliga.
Pílagrímsferðin til Mekka eigur at verða gjørd av øllum muslimum, sum hava møguleika til tess, í hvussu so er eina ferð í lívinum.
Fleiri tættir eru í pílagrímsferðini. Hin fyrsti er at lata seg í pílagrímsserkin og at trína inn í halgaða salarró. Víkingarnir nevndu økini hjá kaliffinum í Miðeystri fyri Serkaland, tí at muslimar ofta ganga í serki.
Farið verður so til moskuna í Mekka, har rennast skal sjey ferðir kring Kabuna, og innmúraði svarti steinurin í henni skal hava ein koss. Seinni verður runnið millum heyggjarnar Safa og Marwa. Tá tað er av, savnast pílagrímarnir við fótin av fjallinum Arafa at lurta eftir prædiku sum verður hildin. Í lýsingini verður farið til Mazdelifa til eina vøkunátt. So verður farið til Mina har tríggjar steinrúgvur verða steinaðar. Tað verður rópt fyri at steina Satan. Og at enda verður offrað. Seyður og kamelar, sum verður etið undir eini offurmáltíð. Vanliga verður á eini pílagrímsferð til Mekka eisini vitjað á grøvini hjá Muhammed í Medina.
Sum sæst krevur islam munandi meira av sínum trúgvandi enn kristindómurin, ið bert hvílir á tveimum súlum, trúarjáttanini og angur, fyri at verða rættvísisgjørdur. Sjálvur kann tú einki gera.
Sunnimuslimar og shiittar
Umframt smásektir eru tveir stórir bólkar av muslimum, sunnimuslimar og shiamuslimar.
Sunnimuslimarnir eru nógv teir flestu, o. u. 85 %. Teir eru ortodoksir og meta opinbering og trúarkunnleika at vera endaligan í Koranini saman við “sunna”. Sunna er siðvenja, t. e. frásøgnin um lív og levnað Muhammeds. Teir tykjast at vera tann hóvligi og pragmatiski parturin av islam.
Shiittarnir, sum tá Muhammed var deyður fingu sær Ali, dótturmann og systkinabarn hjá Profetinum, til leiðara, halda at framvegis er gjørligt við hjálp frá serligum andaligum leiðarum at fáa beinleiðis vegleiðing av Gudi. Helst eru shiittar meira áleypandi enn sunnimuslimar. Áleið 15 % av øllum muslimum eru shiittar.
Stutt eftir at Salman Rushdi varð lýstur griðleysur av ayatolla Khomeini í Iran, varð hildin islamisk heimsráðstevna. Av fýratifimm limalondum tóku fýratifýra lond frástøðu til dómin, og lýstu hann ikki at vera í samsvari við islam. Iran, sum tók undir við dóminum, teir høvdu jú sjálvir felt hann, hevur shiittiskt prestastýri. Tað stóðu púra einsamalt ímóti restini av islamska heiminum..
Islamisk upplýsingartíð
Islam hevði sína gulløld í Europa fyri áleið túsund árum síðani. Tá høvdu muslimarnir lagt undir seg meginpartin av iberisku hálvoynni. Córdoba, høvuðssætið hjá teimum, gjørdist størsti býur í Vestureuropa, og miðstøð fyri mentan og vísind. Jødarnir, sum vóru flýddir undan jagstran, fluttu aftur til kalifatið í Córdoba, og vóru við til at gera Córdoba til vitanarmiðdepil í Europa. Har búðu og arbeiddu muslimar, jødar og kristin lið um lið í sátt og semju.
Córdoba hevði millum 200.000 og 500.000 íbúgvar. Har vóru gøtuljós og almennar baðstovur. Húsini høvdu rennandi vatn frá akvaduktunum. Fleiri enn 10 bókasøvn vóru í býnum. Har varð sett á stovn fyrsta hægri lærdómssetur í Europa. Og kvinnur høvdu eisini atgongd til universitetið!
Tað tók kristna Europa nógv hundrað ár at koma so langt.
Muslimarnir komu við gittaranum, flamencodansinum, talvspælinum og teimum arabisku tølunum. Muslimarnir á iberisku hálvoynni uppfunnu kanska ikki so nógv sjálvir, men fluttu við sær tað, sum teir sjálvir høvdu tikið til sín frá øðrum mentanum. Úr India, úr Egyptalandi og úr Persiu.
Í Córdoba var eisini ein stórur umsetingarstovnur. Stórur partur av helenska mentanararvinum hvarv, tá bókasavnið í Alexandria brann. Men tað var so heppið, at nógv av hesum ritum vóru at finna á arabiskum bókasøvnum. Nú blivu tey umsett til latín av arabiskum lærdum og gjørdust aftur lutur av europeisku mentanini.
Tollyndið var størri enn í dag
Tað er einki at taka seg aftur í, at islam í dag er plágað av fundamentalistum. Men hon er ikki einsamøll um tað. Kristindómurin hevur so sanniliga eisini verið plágaður av fundamentalismu og er tað í stóran mun enn tann dag í dag. Í meira enn 700 ár vísti islam, at hon saktans kann trívast lið um lið við aðrar religiónir. Í hjartanum á iberisku hálvoynni liggur býurin Toledo við halgidóminum Santa Maria la Blanca, sum fríggjadagar var islamsk moska, leygardagar jødisk synagoga og sunnudagar kristin kirkja. So stórt var tollyndið tá av hesum trimum religiónunum mótvegis hvørjari aðrari.
Bókmentir:
Koranin, týðing av K. V. Zetterstéen, Wahlstrøm & Widstrand, 2003
The Koran, , týðing av N. J. Dawood, Penguin Books, 1974
Karen Armstrong, Muhammed., Forum 2003
Helmer Ringgren og Åke V. Ström, Religionerna i historia och nutid, Verbum, 1978
Herman Lindqvist, Historien om Spanien, Bra Böcker, 1991