Í gjárkvøldið var fyrsti dysturin í HM kappingini í hondbólti fyri menn, sum í næstu vikurnar verður í Póllandi og Svøríki. Tá vann Frakland 26 – 24 á Póllandi.
Svøríki, Ísland, Noreg og Danmark eru við í kappingini. Í kvøld fara Ísland og Svøríki í HM eldin, meðan Noreg og Danmark spæla fyrstu ferð í morgin.
Í Íslandi er spenningurin stórur. Hóast fleiri av kendu veteranunum eru givnir, so verður Ísland roknað at eiga so mikið gott lið, at møguleiki er fyri, at tað kann spæla seg í fjórðingsfinaluna og kanska hálvfinaluna. Í kvøld klokkan 19.30 fer Ísland í Kristianstad at spæla ímóti Portugal. Íslendingar fara í kvøld at spæla við svørtum bandi um armin. Tað kemst av, at teir fara at minnast Karl G. Benediktsson, sum í síni tíð var kendur íslendskur hondbóltsspælari og eisini venjari. Hann andaðist í síðsta mánað 89 ára gamalur.
Svøríki á heimavølli verður roknað at vera millum størstu HM favorittarnar. Í kvøld klokkan 19.30 leggur Svøríki fyri í Scandinavium í Göteborg ímóti Brasil, sum er ein av stinnastu hondbóltstjóðunum uttanfyri Europa.
Danmark fer í annaðkvøld at spæla ímóti Belgia, og Noreg fer í annaðkvøld at spæla ímóti Norðurmakedonia.
Dystir í dag
Klokkan 17
Kili – Iran
Kap Verde – Uruguay
Saudi Arabia – Slovenia
Ungarn – Suðurkorea
Klokkan 19.30
Ísland – Portugal
Spania – Montenegro
Svøríki – Brasil