Ísland slapp við í EM endaspælið

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Ísland tryggjað sær luttøku í endaspæli fyri A-landslið.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Ísland tryggjað sær luttøku í endaspæli fyri A-landslið.

 

Við at spæla javnt 0-0 móti Kasakstan hevur Ísland tryggjað sær luttøku í EM endaspælinum í Frankaríki

 

24 evropisk lond sleppa við til EM-endaspælið í Frankaríki í summar. Men tað er fyrstu ferð, at »pinkutjóðin« Ísland sleppur við – og Ísland er nú tað minsta landið, sum hevur verið í slíkari kapping.

 

Sjálvsálitið fingu íslendingar í hásæti eftir at vinna tvær ferðir 1-0 á sterku fótbóltstjóðini Hollandi.

 

Tí var ein javnleikur á heimavøllinum Laugardalsvølli í kvøld nóg mikið til atgongumerkið til endaspælið – og tað eydnaðist.