Ísland var neyvari

Føroyar stóðu seg væl, men íslendingar vunnu enn einaferð á Føroyum

Føroyar og Ísland spældu í kvøld venjingardyst í mansfótbólti á Tórsvølli. Dysturin var spældur uttan áskoðarar.

 

Føroyar byrjaðu dystin væl, og serliga fyrsta korterið vóru føroyingar greitt omaná. Síðani komu íslendingar fyri seg, og dysturin javnaði seg meira restina av tíðini. Føroyar spældu væl og høvdu munin í løtum, men tað gekk striltið at skapa teir stóru kjansirnar.

 

Hinvegin hevði Ísland ein risakjans í fyrra hálvleiki, men teir misnýttu fríu støðuna mitt fyri málið við at skjóta beint á føroyska málmannin Teitur Matras Gestsson.

 

Einasta málið í dystinum kom eftir 70 minuttir. Føroyar vóru í álopsstøðu, men mistu bóltin. Íslendingar gjørdu skjótt av, og hóast Føroyar vóru í yvirtali í verjustøðuni, spældi Ísland eitt sera gott og beinleiðis skjótálop, sum endaði við einum framúr skoti upp í málhorni. Innskifti Mikael Anderson skoraði flotta málið!

 

Føroyar royndu eftir málið at fáa útjavnandi málið, men tað gekk ikki. Føroyar komu í onkrar góðar støður, men avgerandi kreativiteturin og neyvleikin vantanði ofta.

 

Føroyar fingu ein góðan kjans, tá ið debutanturin Jákup Johansen var sendur í dýbd. Hann rak ímóti málinum og legði upp á tvørs til innskifta Petur Knudsen, sum í góðari støðu fekk skot á, men íslendski málmaðurin bjargaði við fótinum.

 

Í yvirtíðini var bólturin í íslendska málinum eftir deyðbóltsstøðu, men Heini Vatnsdal var rangstaddur, tá ið hann kom at standa fyri skotinum hjá Odmari Færø móti tóma málinum.

 

Hagtølini fyri dystin vístu, at Føroyar høvdu 54 prosent av spælinum og høvdu fleiri royndir enn Ísland.