38 menn, sum dagliga møtast í Undirhúsinum á Toftum, fara í dag til Íslands. Flestu teirra hava verið nógvar íslandstúrar. Á hesum sinni verður tað ikki við fiskiskipi, men við ferðamannaskipinum, M/S Norrøna, sum loysir nú klokkan 14 og verður aftur á Havnini seinnapartin hósdagin.
- Menninir í Undirhúsinum hava gjørt fleiri ferðir í Føroyum seinastu árini, men hetta er fyrsta uttanlandsferðin hjá teimum. Teir møttust í morgun á sambýlinum Vesturskini klokkan 9, har felags morgunmatur var á skránni.
Tað veit heimasíðan hjá Nes kommunu at siga í dag.
- Umframt sjálvt ferðalagið, vóru fleiri onnur eisini møtt á Vesturskini at ynskja monnunum góðan túr. Her vóru eitt nú avvarðandi, borgmeistarin og prestur. Prestur segði eisini nøkur orð og legði túrin í Guðs hond.
Lagt verður aftrat, at menninir í Undirhúsinum dáma væl at syngja og hava sítt egna kór, Undirhúskórið. Í gjár sungu teir tríggjar sangir til gudstænastuna í Fríðrikskirkjuni.
Menninir hava leigað buss við á ferðina, og í Íslandi fara teir at vitja ymisk støð á Eysturlandinum.
- Við á ferðini hava teir ein lítla tunnu, sum er av íslendska trolaranum Godanes, ið sakk við Flesjarnar hin 2. januar í 1957. Tunnan verður handað einum savni á Eysturlandinum at hava í varðveitslu, siga tey í Nes kommunu.