Ígjár kom fram, at FIFA-forsetin, Gianni Infantino ynskti, at øll FIFA-limalond navngóvu minst ein leikvøll eftir farna brasilska fótbóltskappanum, Pelé.
Í samrøðu við Morgunblaðið sigur framtaksstjórin hjá íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ, Karla Bjartmarz, at í Íslandi er eingin siðvenja (eins og í Føroyum) at nevna leikvøllir eftir farnum fótbóltsleikarum.
Karla Bjartmarz sigur, at leiðslan í KSÍ hevur ikki viðgjørt spurningin enn um nakar leikvøllur í Íslandi skal nevnast eftir Pelé.
Karla Bjartmarz staðfestir tó, at tað kemur so ikki uppá tal at nevna tjóðarleikvøllin í Reykjavík, Laugardalsvøllin eftir Pelé.
Í 1991 vitjaði Pelé í Íslandi, og tá heiðraði KSÍ Pelé við at handa honum gullmerkið hjá KSÍ.
Karla Bjartmarz staðfestir, at tað eru fáir útlendingar sum hava fingið gullmerkið hjá KSÍ, og tí fekk Pelé ein heiður frá KSÍ sum er fáum unt.