Íslendingar halda fast um annað plássið

Ísland vann 2-0 á Kýpros á Laugardalsvøllinum, og er eitt stig frammanfyri Slovenia.

Íslendska fótbóltslandsliðið hevur enn møguleika at røkka øðrum plássinum í HM-undankappingarbólki E. 

Íslendingar vunnu á heimavølli á Laugardalsvøllinum í Reykjavík 2-0 á Kýpros. Hálvleiksstøðan var 0-0. Kolbeinn Sigþórsson legði Ìsland á odda, tá ein tími var farin, og eitt korter seinni øktu íslendingar við einum sjálvmáli. Hýrurin var góður, og tað var útselt til dystin. 

 

Tað gekk striltið hjá okkara frændum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki spældu íslendingar framúr væl. 

 

Noreg tapti 0-3 ímóti Slovenia á útivølli og Sveis vann á útivølli 2-1 á Albania.

 

Sveis hevur longu vunnið bólkin, og hava sveisarar 21 stig. Ísland er nummar tvey við 16 stigum, meðan Slovenia er á triðja plássi við 15 stigum. Noreg er nummar fýra við 11 stigum, Albania hevur 10 stig, og Kýpros er aftast við fýra stigum.

 

Týskvøldið spælir Ísland ímóti Noregi á Ullevaal Leikvøllinum í Oslo. Túsindtals íslendingar hava bílagt eina flogferð til norska høvuðsstaðin. Samstundis tekur Sveis ímóti Slovenia á heimavølli. Megna íslendingar at halda fast um annað plássið skulu teir spæla tveir play-off dystir í november um at sleppa til HM-endaspælið í Brasil. 

 

Um tað hevði eydnast Íslandi at spæla seg til HM-endaspælið, so hevði tað verið ein sigur fyri allar smátjóðir í heiminum.