Íslendingar komu væl frá byrjan í EM-endaspælinum

Íslendingar vunnu á Portugal og eru á odda í bólki B saman við Niðurlondum

Bjarki Már Elisson skoraði fýra mál fyri Ísland í kvøld

Bjarki Már Elisson skoraði fýra mál fyri Ísland í kvøld

Aftaná eitt vánaligt føroyskt hondbóltskvøld kunnu vit ugga okkum við, at tey fýra norðurlondini sum kappast í EM-endaspælinum í hondbólti í Ungarn og Slovakia hava lagt frá landi við sigrum í teirra bólkum.

 

Í kvøld vunnu íslendingar ein góðan 28-24 sigur á Portugal. Í steðginum var Ísland á odda 14-10.

 

Portugal – Ísland 24-28 (10-14)

 

Portugal : Victor Duarte 4, Rui Silva 4,

 

Island : Sigvaldi Guðjónsson 5, Aron Pálmarsson 4, Bjarki Már Elisson 4, Gisli Kristjánsson 4, Ómar Ingi Magnússon 3, Elvar Ørn Jónsson 2, Ýmir Gislason 2, Ólafur Guðmundsson 2, Viggó Kristjánsson 2.

 

    

 

Gongdin í dystinum: 1:0, 4:3, 6:7, 7:8, 8:10, 10:14, 12:16, 15:20, 17:23, 19:23, 21:26, 24:28 (Kelda: Morgunblaðið).

 

Ísland og Niðurlond eru á odda í bólkinum við tveimum stigum hvør. Portugal og Ungarn hava einki stig.

 

Onnur úrslit: 

 

Bólkur D: 

 

Eysturríki-Póland 31-36 (14-17)

 

Týskland-Hvítarussland 33-29 (17-18)

 

 

 

Bjarki Már Elisson skoraði fýra mál fyri Ísland í kvøld

Bjarki Már Elisson skoraði fýra mál fyri Ísland í kvøld