Ísland ætlar at spæla við um toppplasseringarnar í EM-endaspælinum í manshondbólti, sum er í Póllandi í hesum døgum.
Fyrr í kvøld vunnu íslendingar norðurlendsku uppgerðina ímóti Noregi í bólki B við einum máli. Íslendingar vunnu 26-25, støðan í steðginum var 11-10 til Noreg. Guðjón Valur Sigurðsson tryggjaði Íslandi sigurin ímóti Noregi, tá sjey sekund vóru eftir, og Bjørgvin Páll Gústavsson í málinum hevði eina rimmar bjarging í seinasta sekundi, og so kundu íslendingar stórfegnast um ein týdningarmiklan sigur, og eina góða byrjan uppá EM-endaspælið.
Aron Pálmarsson gjørdist toppskjútti Íslands við átta málum. Guðjón Valur Sigurðsson skeyt seks mál. Kristian Bjørnsen gjørdist toppskjútti Noregs við sjey málum. Espen Lie Hansen skeyt fýra mál fyri Noreg.
Sunnudagin spælir Ísland ímóti Hvítarusslandi, og Noreg spælir ímóti Kroatia. Kroatia vann fyrr í dag 27-21 á Hvítarusslandi. Støðan í steðginum var javnleikur 15-15.
Úrslitini í dag :
Bólkur A :
Frakland-Makedonia 30-23 (12-12)
Pólland-Serbia 29-28 (14-15)
Bólkur B :
Ísland-Noreg 26-25 (10-11)
Kroatia-Hvítarussland 27-21 (15-15)