Undan kappingarbyrjan í ár ognaði TB sær tveir íslendingar, Reynir Magnússon og Andri Freyr Bjørnsson. Nú seinna hálva av kappingini er um at byrja aftur er greitt, at Andri Freyr Bjørnsson helst verður einasti leikarin á TB-liðnum við íslendskum blóði.
Reynir Magnússon er nevniliga givin í felagnum. Hetta váttar hjálparvenjarin hjá TB, Karl Øster, fyri in.fo.
- Reynir fór til Íslands, tá ið okkara kapping fór í summarsteðg, og tá ið hann var komin til Íslands kunngjørdi hann fyri okkum, at hann ikki kemur aftur til felagið. Vit settu okkum ikki ímóti, tí at vit vistu longu frammanundan, at Reynir longdist illa heim og ikki treivst serliga væl í Føroyum.
Tó vísir Karl Øster á, at leikaraloyvið hjá Reynir framvegis er í TB.
- Leikaraloyvi hansara er framvegis í TB, og tí er møguligt, at hann framvegis kann koma at spæla onkran dyst fyri okkum. Men tað er ikki serliga sannlíkt sum nú er, sigur Karl Øster at enda.
Reynir Magnússon er 22 ára gamal, og í fyrstu syftu náddi hann 17 dystir fyri TB.