Seinasta vikuskiftið var sølustevna í Badmintonhøllini í Havn.
Men tað var ikki ein av teimum vanligu sølustevnunum, sum vit kenna tær. Ongar føroyskar fyritøkur vóru umboðaðar. Í hvussu er ikki beinleiðis.
Luttakandi fyritøkur vóru allar íslendskar og tær vildu á henda hátt »vísa flaggið«, so at siga.
Fleiri av fyritøkunum hava longu umboð í Føroyum sum er, men valdu hóast tað at luttaka og á tann hátt gera eitt sindur eykað fyri at gera vart við vørur teirra og hjá teimum vóru føroysk umboðsfólk við á framsýningini.
Aðrar fyritøkur nýttu hinvegin høvið til at vísa hvat teir selja og hvør dugur er í tí.
»Svali« - íslendsk
sunnkist
Tær fevndu vítt - fyritøkurnar sum luttóku.
Har vóru m.a. fíggingarstovnar, flutningsfyritøkur, kjøtframleiðarar og saftframleiðarar.
Tey royndu sum frægast at geva fólki kunnleika um teirra vørur, antin talan var um fígging, saft ella turran fisk.
Fyritøkan Sól Víkingur selir saft, margarin og kjøt, og teir hava ein stóran útflutning til Føroya. Teir høvdu sett eina balju fulla við ísi og niður í høvdu teir lagt eina rúgvu av sunnkistum - bæði »Svala« og onnur sløg við.
Nógvir gestir valdu tí at steðga á og leska sær munnin áðrenn farið var til næstu fyritøku.
Og væl smakkar. Íslendska vøran er stak góð og stendur einki aftanfyri tað føroyingar keypa úr øðrum londum.
Umboðsmaðurin hjá Sól Víkingi sigur, at teir útflyta fyri ikki minni enn 27 mió. krónur til Føroya. Herí er roknað bæði saft og kjøt, tí tað umboðar henda fyritøkan nevniliga eisini.
Eisini nevndi hann, at teir hava eina fyritøku sum bryggjar øl, so har er kanska ein møguleiki hjá Rúsdrekkasøluni, at víðka um vørutali á hyllunum.
Turran fisk
sum »snack«
Onnur fyritøka, sum fekk nógvar føroyingar inn á gátt var Vestfirska Harðfiskasælan.
Teir gera turran fisk, og hann varð latin teimum vitjandi, so ongum nýttist fara hvørki svangur ella tystur úr Badmintonhøllini aftur.
Har var bæði vanligur turrur fiskur eins og turkaður steinbítur.
Tygara útsendi fekk loyvi at royna hann og hann kann væl etast, hóast smakkurin er eitt sindur øðrvísi enn tann turri fiskurin vit vanliga fáa til keyps í handlunum.
Framleiðarin sigur, at hann leggur sera stóran dent á at hava javna framleiðslu við høgari góðsku. Hann greiddi eisini frá, at hann hevur funnið sær eina sokallaða »nichu«.
Hann framleiðir serturkaðan fisk, sum verður skorin í bitar og seldur sum »snack« eins og chips og líknandi.
Fiskurin verður vindturkaður og frystur, síðani sundurskorin og aftur turkaður. Úrslitið er, at fiskurin verður broyskin, soleiðis at hann støkkur beinanvegin hann kemur í munnin.
Sera forkunnugt, og tað kann væl brúkast ístaðin fyri chips og líknandi.
Framleiðarin sigur, at einasti trupulleiki er at vøran er dýr at framleiða, og tí eisini er dýr hjá kundum at keypa.
Eisini var ein fyritøka við, sum selir íslendskt svína og neytakjøt.
Teir borðreiddu við heitum, paneraðum kjøti, og matarlysturin hjá gestunum var góður.
Svínakjøtið verður selt í portiónum og m.a. hevur hann gjørt sær tann ómak at gera eina serliga útgávu til børn. Fyri at betra um matarlystin hjá teimum smáu, er grísurin skorin í smáar dinosaurar. Tað fremur óiva søluna.
Ein partur av teirra heimamarknaðið
Tað er Útflutningsráð Íslands, sum í samstarvi við Eimskip, stendur fyri framsýningini. Íslendingar hava staðfest, at tað í Føroyum er góður marknaður fyri teirra vørum.
Farmasambandi millum londini bæði er so gott og frástøðan so lítil at Føroyar kann roknast sum ein partur av íslendska heimamarknaðinum.
Íslendingar vóna at føroyingar hugsa á sama hátt, og vóna at føroyingar í nærmastu framtíð kunnu gera eina sølustevnu við føroyskum vørum í Reykjavík í nærmastu framtíð, kanska longu næsta ár.
Hetta er ikki fyrsta framsýning íslendska útflutningsráðið fyriskipar. Seinasta ár vóru teir við eini líknandi sølustevnu í Nuuk, og seinni ætla teir sær eisini aðrastaðni við henni.
At íslendingar leggja stóran dent á samhandilin við onnur lond, harímillum Føroyar sæst m.a. við, at bæði borgarstjórin í Reykjavík og íslendski uttanríkisráðharrin vóru við tá sølustevnan lat upp.