Alt bendir á, at avloysarin hjá Ulrik Wilbek sum landsliðsvenjari hjá danska manslandsliðnum í hondbólti nú er funnin.
Ekstra Blaðið skrivar, at talan er um Guðmund Guðmundsson, sum í 2008 leiddi íslendska hondbóltslandsliðið til OL-silvur.
Guðmundsson er í dag venjari hjá Rhein-Neckar Löwen í týsku bundesliguni, og hann stendur sera høgt í metum í altjóða hondbóltsheiminum.
Avtalan hjá Ulrik Wilbek gongur út 30. juni næsta ár, og tað hevur leingi verið greitt, at Wilbek ikki heldur fram sum landsliðsvenjari eftir hetta.