Tíðindaskriv:
Áhoyrarnir kunnu gleða seg til vøkur verk úr norðurlendska sangarvinum eftir Sunleif Rasmussen, Jean Sibelius, Edvard Grieg og Jón Leifs, tá Hlín Leifsdóttir á fyrsta sinni vitjar í Føroyum.
Íslendski sopranurin er víðagitin fyri sínar inniligu tulkingar og sítt serliga úttrykk, ið ómakaleyst flytir seg millum klassiskan sang, nýmótans tónleik og spoken word. Við sær á pallin í Norðurlandahúsinum hevur hon viðurkenda íslendska klaverleikaran Evu Þyrí Hilmarsdóttir.
Á konsertini verða tvey nýggja spoken-word verk framførd, sum hava íblástur úr felags íslendska og føroyska mentanararvinum og sagnunum um Hrafna-Flóka og Ólafur Liljurós (fø. Ólavur riddararós).
Konsertin er ókeypis, og fólk hava høvi at keypa mat og drekka úr Café TITA.











