Íslendskur trúboðari vitjar í Føroyum

Íslendski trúboðarin Helgi Hróbjartsson vitjar í Havn í koamndi viku. Hann skal halda møtir í kirkju- og missiónshúsinum á Argjum, í missiónshúsinum við Landavegin og í Meinigheitshúsinum í Havn frá 11.-16. nov.


Helgi hevur fleiri ferðir áður vitjað í Føroyum. Seinast var í vár, tá ið hann vitjaði missiónshúsini á Toftum, í Rituvík og á Glyvrum.

Hann er útbúgvin lærari og teologur. Helgi hevur virkað sum trúboðari í uml. 25 ár. Fyrst í Etiopia, síðani í Senegal og so aftur í Etiopia, hagar hann eftir ætlan aftur skal sendast út í jan. 1998. Eitt skifti var hann sóknarprestur í Íslandi.

Í Etiopia er Helgi knýttur at Mekane Yesu Kirkjuni. Har virkaði hann, seinast hann var har, sum leiðari fyri einum stórum missiónsøki. Í umráðnum eru fleiri ættarbólkar, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin um Jesus.

Higartil hava fruktirnar verið góðar. ? Eftir 5 árum vaks kirkjan har í umráðnum frá 13 til 45 meinigheitir. Men hóast evangeliið hevur havt stóra framgongd, so er tað nú vorðið sera trupult at arbeiða har vegna harðan ágang frá muslimunum.

T.d. var tað her, at hin danski trúboðarin Janne Petersen varð myrd í vár. Eftir hesa hendingina eru teir flestu trúboðararnir har í økinum evakueraðir. Helgi ætlar tó at venda aftur til hetta umráðið til várs.

Meinigheitshúsið í Havn, sum hesaferð er stigtakari til at bjóða Helga hendan-vegin, ger tað við vón um at boðskapur hansara má føra okkum nærri til Kristus, og at hugur og sinni okkara enn meira verða vend móti teimum fólkum, ið ongantíð hava hoyt gleðiboðskapin um Jesus.

Umframt at Helgi sjálvur spælir uppá harmoniku og syngur, verða tað eisini staðbundnar sangkreftir, ið koma at syngja á møtunum.

Møtini verða eftir ætlan hildin í hesi røð: Týskvøldið 11. nov. í missiónshúsinum á Argjum, mikukvøldið 12. nov. í missiónshúsinum við Landavegin, hóskvøldið til og við sunnukvøldið í Meinigheitshúsinum í Havn. Møtini byrja kl. 8, undantikið sunnukvøld, tá byrjað verður kl. 6. Hálvan tíma undan møtunum verður bønarløta.