Ísraelska verjan - IDF - sigur sambært Reuters, at ísraelsku álopini hava verið vend móti "terrormálum" í Gaza, sum tikið verður til.
Verjan sigur á Tvitter, at tvær rakettir, sum vórðu sendar úr Gaza og móti Ísrael í gjár, endaðu í Miðjarðarhavinum uttan fyri Tel Aviv.
- Hevndarálopini eru vend móti Hamas-støðum í Gaza, einari verksmiðju sum framleiðir rakettir og ymiskum støðum, sum Ísrael metir standa aftan fyri yvirgangsvirksemi í Gaza, sigur ísraelska verjan.
Í Gaza váttar Hamas sambært útlendskum miðlum, at trygdarpostar og venjingarlegur í Gaza eru álopin av ísraelska herinum við flogførum og hervognum, men einki verður sagt um særd ella deyð í álopunum.
- Ísraelsk flogflog lupu á støð, sum hoyra til Qassam-brigadurnar vestan fyri Khan Yunis har suðuri í Gazageiranum, siga palestinesiskar keldur sambært fronsku tíðindastovuni, AFP.
Sambært Jerusalem Post hava ísraelsku loftálopini rakt fleiri mál í Gazageiranum.
Í mai mánaði í fjør vóru bardagar í 11 samdøgur millum Ísrael og Hamas, men síðan tá hevur verið rímiliga friðarligt millum partarnar. Í stríðnum doyðu í minsta lagi 243 palestiesarar, harav 66 børn - og í Ísrael lógu 12 fólk eftirá, harímillum tvey børn.
Tað skriva útlendskir miðlar í gjárkvøldið og í nátt.