Ísrael hevur gjørt innrás í Libanon

Sambært Reuters er harðir bardagar við Hizbollah-deildir í syðra parti av Libanon.

Ísraelski herurin fór í nátt inn í norðara part av Libanon.

 

IDF sigur, at talan í fyrsta lagi er um eina málrættaða og avmarkaða innrás móti Hizbollah-málum har suðuri í Libanon - hinu megin markið til Ísraels. 

 

Sambært Reuters er harðir bardagar við Hizbollah-deildir í økinum.

 

- Vit fara eftir málum í bygdum nærindis markinum, sum eru ein hóttan móti okkara fólki í norðara parti av Ísrael, sigur ísraelski herurin í nátt.

 

Sagt verður, at ísraelska krígskabinettið hevur góðkent innrásina, sum er løgd til rættis seinastu mánaðirnar.

 

Tíðliga síðstu nátt framdi ísraelski herurin álop á forstaðir til Beirut, og tíðindastovan Al Jazeera sigur, at fleiri bygningar eru lagdir í oyði.

 

Sambært Al Jazeera heitti Ísrael á íbúgvarnar í økinum um at rýma, áðrenn álopini byrjaðu.

 

Á X, fyrrverandi Twitter, sigur ísraelski herurin, at álopini eru vend móti vápnaframleiðslu og hernaðarliga undirstøðukervinum hjá Hizbollah, sum herurin sigur krógvar seg millum fólkið í tætt bygdu økjunum.

 

Ísrael sigur, at herurin brúkar neyvleikavápn í bardaganum móti Hizbollah í norðara parti av Libanon.

 

Í morgun hevur amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, lagt út á X, at hann hevur umrøtt gongdina í stríðnum við ísraelska verjumálaráðharran, Yoav Gallant.

 

- Eg gjørdi honum greitt, at USA stuðlar rættinum hjá Ísrael at verja seg, sigur amerikanski verjumálaráðharrin.