Ísrael kann leypa á Iran um fáar dagar

Sum skilst, er Iran komið rættiliga langt við sínum royndum at framleiða kjarnorkuvápn

 

 

 

Eitt ísraelskt álop á Iran kann koma um fáar dagar.

 

Tað skrivar Wall Street Journal, sum vísir til amerikanskar og ísraelskar keldur.

 

Sambært ávísini kann Ísrael leypa á Iran, áðrenn sunnudagurin kemur.

 

Ísrael vil hava, at Iran bindur seg til at steðga framleiðsluni av evnum, sum kunnu brúkast til kjarnorkuvápn.

 

USA hevur sent Iran eitt uppskot um eina nýggja kjarnorkuvápnaavtalu, men Iran hevur higartil ikki undirskrivað avtaluna.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at tað kann gerast neyðugt at bumba Iran, um landið ikki skrivar undir.

 

Fyrr í vikuni søgdu myndugleikarnir í Iran, at teirra vápn kunnu røkka øllum amerikanskum herstøðum í Miðeystri.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at longu fyri tveimum árum síðan skrivaði www.berlingske.dk, at Iran hevur tekniskar førleikar til at framleiða eina kjarnorkubumbu.

 

Tá varð lagt aftrat, at Iran ikki hevði tikið støðu til, um landið fer at framleiða kjarnorkuvápn ella ei.

 

Í dag segði amerikanski forsetin, Donald Trump, sambært Reuters, at øll hansara umsiting hevur fingið til uppgávu at samráðast við Iran.

 

Hann sigur eisini, at umsitingin skal finna eina diplomatiska loysn í spurninginum um royndirnar hjá Iran at menna kjarnorkuvápn.

 

Donald Trump leggur aftrat, at Iran noyðist at gevast við síni kjarnorkuvápnaætlan.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Soleiðis skrivaðu tíðindastovurnar, Ritzau og Reuters, fyri júst tveimum árum síðan