Ísrael leitar eftir trimum ávísum persónum í krígnum móti Hamas

Sambært eygleiðara fer Ísrael kanska at broyta framferð frá fullkomnum kríggi til smærri leitingaratgerðir.

 

Ódagfest mynd, sum helst vísir Mohammed Deif sum planlegði álopið á Ísrael 7. oktober. Deif er ein av trimum Hamas-leiðarum, sum ísraelski herurin leitar eftir. (AFP) - Foto: -/Ritzau Scanpix

Verjumálaráðharrin í Ísrael, Yoav Gallant, hevur síðani Hamas-álopið 7. oktober havt eina stóra plakat hangandi á vegginum á skrivstovu síni við myndum at fleiri av leiðarunum úr hernaðarliga palestinska bólkinum, Hamas.

Tær nógvu myndirnar eru skipaðar í eini pyramidu við toppleiðaranum ovast. Nakrar myndir eru strikaðar við krossi, sum vísir, at viðkomandi er dripin.

Í botninum eru røðir við juniorleiðarum, sum stýra smærri stríðsbólkum.

Ovast er millum annað Mohammed Deif, sum planlegði álopið á Ísrael 7. oktober. Við síðuna av Deif, sum stýrir hernaðarliga veinginum í Hamas, er høgrahond hansara, Marwan Issa, eins og Hamas-leiðari í Gaza, Yahya Sinwar.

Deif manglar eitt eyga, ein arm og bæði beinini eftir minst sjey ísraelsk álop ímóti honum. Kona hansara og tvey av børnunum doyðu í einum ísraelskum álopi í 2014

Ísrael tók í gjár uppaftur bumbingar av málum í Gaza, har ísraelski herurin hevur sum mál at drepa ella taka til fanga teir tríggjar leiðandi Hamas-limirnar.

Undir sjey vikur langa hernaðartiltakinum ímóti Hamas eru yvir 15.000 fólk deyð sambært heilsumyndugleikunum í Gaza, sum Hamas stýrir. Talið av deyðum hevur ført til altjóða atfinningar ímóti Ísrael.

Tann 61 ára gamli Sinwar er saman við Deif og Issa, sum báðir eru 58 ár, eitt loyniligt ráð, sum planlegði og framdi álopið á Ísrael 7. oktober. Fleiri enn 1200 fólk doðu, og 240 vóru tikin sum gíslar í blóðugasta álopinum á Ísrael í landsins 75 ára søgu.

Teir tríggir leiðararnir standa fyri hernaðarligum tiltøkum og hava eisini leitt samráðingarnar um umbýtið av gíslum og fangum. Teir virka helst úr bunkarum í tunnilsverkinum undir Gaza, siga tríggjar Hamas-keldur við Reuters.

Verjumálráðharrin í Ísrael sigur, at teir tríggir Hamas-leiðararnir »leiða upp á lánta tíð«. Hann vil vera við, at ísraelska fregnartænasta, Mossad, fer at finna teir. 

Tveir hernaðarserfrøðingar siga við Reuters, at um Sinwar, Deif og Issa verða dripinir fer tað at hava ein týdningarmiklan symbolskan sigur fyri Ísrael, men tað eingin vissa er fyri, at tað fer at henda.

Stuðlaðir av dronum og flogførum hava ísraelskir hermenn leitað í minni fólkaðum økjum í norðara og vestara parti av Gaza, men truplastu og mest desktruktivu parta av bardøgunum verða helst ikki fyrr enn seinni, siga hernaðarserfrøðingarnir við tilsiping til labyrintiska tunnilsverkið, sum Hamas hevur bygt undir Gazageiranum.

Nakrir tunlar  liggja 80 metrar undir jørð og kunnu verða truplir at oyðileggja við loftálopum.

Ein ísraelsku heryvirmaður hevur mett fyri Ritzazu, at umleið 5000 fólk eru dripin – tað er umleið ein fimtingur av hermegini hjá Hamas.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Ódagfest mynd, sum helst vísir Mohammed Deif sum planlegði álopið á Ísrael 7. oktober. Deif er ein av trimum Hamas-leiðarum, sum ísraelski herurin leitar eftir. (AFP) - Foto: -/Ritzau Scanpix