Tað sá ikki tespiligt út, tá Hamas knappliga - og uttan at Ísrael ánaði nakað - leyp á við rakettum í túsundatali, drap fólk frá hond og tóku fleiri enn 200 gíslar vð sær í Gazageiran.

Ísrael dagførir talið av deyðum eftir Hamas-álop

Eftir yvirgangsálopið vóru fleiri lík, sum ikki vórðu eyðmerkt. - Nú halda vit, at fleiri av hesum vóru yvirgangsfólk, sum lótu lív - og ikki ísraelar, sigur umboð fyri ísraelska uttanríkisráðið.

Tað sá ikki tespiligt út, tá Hamas knappliga - og uttan at Ísrael ánaði nakað - leyp á við rakettum í túsundatali, drap fólk frá hond og tóku fleiri enn 200 gíslar vð sær í Gazageiran.

Tað var hin 7. oktober, at Hamas leyp á Ísrael við óteljandi rakettum.

 

Hamas-fólk bardu seg eisini inn um ísraelska markið, har tey gjørdu feigdina um seg, drupu frá hond og tóku fleiri enn 200 gíslar.

 

Í Ísrael hevur verið sagt, at umleið 1400 fólk lótu lív í eirindaleysa Hamas-álopinum, og hetta vóru fólk úr fleiri ymiskum londum.

 

Flestu teirra, sum vórðu dripin í álopinum, vóru sivilfólk, men eisini nøkur hundað ísraelsk herfólk og løgreglufólk lógu eftirá.

 

Í dag hevur ísraelska uttanríkisráðið sambært tíðindastovuni AFP dagført talið av deyðum úr 1400 og niður í 1200.

- Hetta er tað dagførda talið, sigur talsfólk fyri ísraelska uttanríkisráðið.

 

Sagt verður, at eftir yvirgangsálopið vóru fleiri lík, sum í fyrstu atløgu ikki vórðu eyðmerkt.

 

- Nú halda vit, at fleiri av hesum vóru yvirgangsfólk, sum lótu lív - og ikki ísraelar, sigur talsfólkið, sum kallast Lior Haiat.

 

Flestu, sum vórðu dripin í Hamas-álopinum, vóru sivilfólk.

 

Men, ísraelsku myndugleikarnir hava áður sagt, at millum tey deyðu vóru eisini 380 ísraelsk herfólk og løgreglufólk.

 

 

 

Tað sá ikki tespiligt út, tá Hamas knappliga - og uttan at Ísrael ánaði nakað - leyp á við rakettum í túsundatali, drap fólk frá hond og tóku fleiri enn 200 gíslar vð sær í Gazageiran.