Seint í gjárkvøldið fóru ísraelskar deildir inn í palestinska økið Gazageiran sum liður í eini hernaðaratsókn ímóti Hamas-rørsluni.
Tað upplýsir ísraelski herurin í einum tweeti sambært AFP.
Alopið frá landdeildunum verður sambært tweetinum stuðlað av stríðsflogførum frá ísraelska loftvápninum.
– Ísraelsk flogfør og deildir á jørðini fremja eitt álop í Gazageiranum, upplýsir ísraelski herurin.
Sambært Reuters eru ísraelskir hermenn tó ikki farnir um marki til Gazageiran.
Tað upplýsa ísraelskir hernaðarkunningarfólki fyri tíðindastovuni. Sambært kunningarfólkunum, sum javnan verða kunnaðar av herinum, skjóta deildirnar harafturímóti frá ísraelsku síðuni av markinum.
Tað verður vátta av íbúgvum í norðrara parti av Gaza nærindis markinum til Ísrael, sumsiga, at tey ikki hava sæð tekin um ísraelskar deildir, skrivar Reuters.
Síðani vápnað stríð byrjaði millum partarnar fyrst ívikuni, hevur ísraelski herurin sent fleiri herfólk til markið millum Ísrael og Gazageiran, har tann islamistiska Hamasrørslan hevur ræðið.
Yvir 100 fólk eru deyð í stíðnum seinastu fýra dagarnar.
Í gjár var støðan, at fýra dagar við bumbuálopum hava kosta 103 palistinum lívið. Millum teirra eru 27 børn og 11 kvinnur. Minst 580 fólk hava fingið skaða.
Á Ísraelsíðuni eru sjeyð fólk deyð. Teirra millum ein fimm ára gamal drongur, sum doyði, tá ein rakett rakti eitt hús í Ísrael.
Seinnapartin í gjár vóru tíggjutlas rakettir skotnar úr Gaza móti býunum Ashdod og Ashkelon við ísraelsku strondina eins og í økinum við Ben Gurion-floghavnina miðskeiðis í landinum.
Tað førdir til, at øll flogfor, sum skuldu lenda í Ben Gurion, vórðu víst til eina aðra floghavn í syðra parti av landinum.
/ritzau/