Ísraelski herurin fer inn í Rafah um nakrar vikur

Í gjár heitti ísraelski forsætisráðharrin á herin um at gera eina ætlan um flyting av sivilfólki úr býnum Rafah, sum liggur við markið til Egyptaland.

Sambært CNN hevur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sagt, at ein innrás í býin, Rafah, sum liggur við markið til Egyptaland, verður veruleiki fyri 10. mars.

 

Hetta er sama dag, sum Ramadan byrjar. Í gjár heitti forsætisráðharrin á ísraelska herin um at gera eina ætlan um flyting av sivilfólki úr Rafah.

 

Hamas hevur í dag ávarað Ísrael ímóti at fara inn í býin Rafah við sínari hermegi, tí tað kann skjótt henda, at fólk í tíggjutúsundatali fara at liggja eftirá, deyð og løstað.

 

Heilsumyndugleikarnir í Gaza siga, at Ísrael í nátt hevur framt loftálop á Rafah, og her eru í minsta lagi 25 fólk deyð í álopunum.

 

Sambært útlendskum tíðindamiðlum eru nógv fólk í Gazageiranum flýdd undan ísraelsku álopunum til býin við egyptiska markið. 

 

Sagt verður, at fólkatalið, sum í býnum var 280.000 fyri ísraelsku innrásina í Gazageiran, nú er umleið 1,5 miljónir.