Ísraelsku flogbóltskvinnurnar vóru náðileysar

EM-flogbóltur, kvinnur: Føroyar taptu 3-0 í Ísrael. Vertirnir vóru eirindaleysir og punkteraðu øllum teimum føroyskunum dreymunum

Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu í gjárkvøldið 3-0 móti Ísrael í EM-undankappingini. Vertirnir úr Ísrael vóru náðileysar í tveimum teimum fyrstu settunum. Tær vunnu seg upp á 14-4 í fyrsta settinum, og 15-5 í øðrum setti.

 

Føroyska liðið megnaði annars at skaka Rumenia í fyrsta setti í landsdystnum í Føroyum fyrr í vikuni, men eftir eitt ”time-out” vendi Rumenia settinum og vann. Vónin var at Ísrael ikki hevði somu styrki, men kvinnurnar fingu ein ávaring áðrenn.

 

- Løtuna í fyrsta setti, tá vit vóru frammanfyri ímóti Rumenia seinast, fóru vit at droyma um ein javnan og spennandi dyst ímóti Ísrael, men so skjótt vit sóu, at at Ísrael hevði givið Kroatia skarpan gang, vistu vit, at okkara dystur ímóti Ísrael fór at gerast eins trupul og allir hinir, skrivar Flogbóltssambandið.

 

- Vit fóru tíggju stig afturum í fyrsta setti, tá støðan gjørdist 14-4, men stóðu okkum heldur betur restina av settinum og endaðu á 12 stigum. Annað sett var líkt tí fyrra, og vit vóru komin upp á fimm, tá Ísrael var tíggju stig framman. frammanfyri. 15-5, men síðani var púra javnt restina av settinum, sum Ísrael vann 25-15, verður sagt úr Ísrael.

 

Í triðja setti bleiv munurin ongantíð 10 sti. Byrjanin var heldur betri enn í hinum settunum, og støðan gjørdist 12-8 til Ísrael, tá komið varð í helvt. Hetta mynstrið endurtók seg í seinnu hálvu, og so endaði settið 25-16.

 

Næsti dystur hjá Føroyum er á heimavølli ímóti Ísrael sunnudagin 4. september klokkan 17. Í dag, sunnudagin, klokkan 18, spæla hini liðini í bólkinum, Kroatia og Rumenia.

 

EM-undankappin – 27. august 2022:

 

Ísrael - Føroyar, kvinnur: 3-0 (25-12, 25-15, 25-16)

 

##ms##